Sum limur í Samverk fært tú fleiri fyrimunir og ágóðar.
Tú fært onkran til at forhandla løn fyri teg, tú fært fleiri góðar tryggingar, tú hevur tíni frítíðarviðurskifti í lagið, tú ert partur av einum stórum felagskapið við einari sterkari rødd, og so fært tú eisini avsláttur uppá fleiri aðrar tryggingingar.
Stutt sagt. Tað er ordan í tingunum.
Tá umstøðurnar eru væl skipaðar, kanst tú hugsavna teg um at reka felag títt so væl sum til ber. Eru starvsfólk tíni í einum fakfelag, tá eru starvsfólkaviðurskiftini í einari fastari legu. Tá ivast tú ikki í lønarviðurskiftum, tryggingum, eftirløn, frítíð og so framvegis. Tú kennir sáttmálarnar, tú kennir treytirnar.
Tá starvsfólkini eru í Samverk, tá er ordan í tingunum. Og tá fært tú bestu umstøður, at reka felag títt á besta hátt.
Tá fæst mest burturúr.