Sum limur í Samverk fært tú fleiri fyrimunir og ágóðar.
Tú fært onkran til at forhandla løn fyri teg, tú fært fleiri góðar tryggingar, tú hevur tíni frítíðarviðurskifti í lagið, tú ert partur av einum stórum felagskapið við einari sterkari rødd, og so fært tú eisini avsláttur uppá fleiri aðrar tryggingingar.
Stutt sagt. Tað er ordan í tingunum.
Tá umstøðurnar eru væl skipaðar, kanst tú hugsavna teg um at reka felag títt so væl sum til ber. Eru starvsfólk tíni í einum fakfelag, tá eru starvsfólkaviðurskiftini í einari fastari legu. Tá ivast tú ikki í lønarviðurskiftum, tryggingum, eftirløn, frítíð og so framvegis. Tú kennir sáttmálarnar, tú kennir treytirnar.
Tá starvsfólkini eru í Samverk, tá er ordan í tingunum. Og tá fært tú bestu umstøður, at reka felag títt á besta hátt.
Tá fæst mest burturúr.
Tá illa vil til, er gott at vera limur í einum stórum felagsskapi, sum lyftir í felag. Spyr bara Jógvan Sigurd Hórðará.
Hetta er júst endamálið við einum fakfelag: Saman lyfta vit, tá onkur kemur illa fyri. Tí tað kann vera tungt at lyfta einsamallur – men nógv lættari, tá vit standa saman og lyfta í felag.
Hoyr hjartanemandi søguna hjá Jógvani her.