Semja um sáttmálan við Samverk
Týsdagin 8. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk
Nýggi tvey ára sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2025 til 1. mai 2027. Semjan hevur við sær, at lønirnar hækka soleiðis:
Frá 1. januar 2026 verður nýggj áseting galdandi, sum ger at døgurðasteðgurin sambært grein 3, stk. 1 ikki verður frádrigin arbeiðstíðini. Starvsfólk, sum arbeiða fleiri enn 5 tímar um dagin, hava rætt til døgurðasteðg, sum er minst 20 minuttir, og hesin verður við nýggju ásetingini nú løntur døgurðasteðgur.
Eisini eru broytingar í lønartalvunum sum hava við sær at trý lønarstig fella burtur í ávikavist lønarbólki 2 og lønarbólki 4, soleiðis at tað verður skjótari at náa endastignum:
Sáttmáli og lønartalvur verða nú dagførd og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.