Jólaheilsan til allar limir hjá Samverk 🎄
Samverk ynskir øllum limum felagsins við familju eini gleðilig jól.
Takk fyri brátt farna árið við ynski um eitt eydnuberandi nýggjár.
Lívstryggingarskipanin hjá Samverk
Nevndin arbeiðir fyri at skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri limir felagsins. Samverk hevur gjørt nýggja avtalu við Føroya Lívstrygging um, at allar lívstryggingarveitingarnar hækkað 01.01.2025.
Tryggingarnar hjá limunum vera fylgjandi:
Trygging við 2/3 varandi óarbeiðsføri
Tryggingarveitingin er 330.00o kr. fram til og við 45 ár.
Veitingin lækkar síðani árliga við 20.000 kr. og er kr. 50.000 tá ein limur er 59 ár. Frá 60 ár og fram til fólkapensiónsaldur er tryggingarveitingin kr. 25.000.
Lívstrygging
Við deyða verður útgoldið soleiðis:
Limir til og við 45 ár kr. 825.000
Hereftir lækkar veitingin fyri hvørt ár við kr. 18.000
Tá ein er fyltur 67 ár er veitingin kr. 429.000
Ávísar hættisligar sjúkur:
Tryggingarupphædd limir kr. 220.000
Tryggingarupphædd børn kr. 220.000
Lokaupphædd
Lokaupphæddin verður goldin út í einum við fólkapensiónsaldur sambært reglum, ið Samverk ásetur. Lokaupphæddin er kr. 101.500.
Ískoyti til hoyritól
Endurgoldið verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið. Mesta gjaldið er kr. 8.000.
Trygd fyri, at eftirlønin verður goldin
Um ein limur hjá Samverk gerst 2/3 óarbeiðsførur og ikki kann verða á arbeiðsmarknaðinum og harvið onga løn og eftirløn fær, tá rindar tryggingin hjá Samverk eftirlønargjaldið, ið arbeiðsgevarin annars hevði goldið inn á eftirlønarkontu hjá liminum hjá Samverk.
Heiltíðar Vanlukkutrygging
Umframt omanfyri nevndu tryggingar, so hava alli limir felagsins eisini eina Heiltíðar Vanlukkutrygging hjá Trygd á kr. 600.000.
Her er mynd frá tá nýggja avtalan millum Føroya Lívstrygging og Samverk verður undirskriva.
Henda avtalan kemur í gildi 01.01.2025