Nevndin í Samverk hevði nevndarfund hósdagin 13. februar.
Har bleiv aðalfundurin fyrireikaður og eisini vóru fyrireikingar til lønarsamráðingar, ið verða í apríl í ár á skránni.
Á aðalfundinum, ið verður á Hotel Hilton leygardagin 8mars 2025, standa Palma Petersen og Heidi Gullaksen fyri vali.
Heidi Gullaksen hevur avgjørt, at hon stillar ikki uppaftur til nevndina, so hettar var hennara seinasti nevndarfundur hjá Samverk.
Nevndin takkaði Heidi Gullaksen fyri hennara arbeiði í nevndini.
Heidi Gullaksen takkar fyri seg.
Palma Petersen stillar uppaftur til nevndina á aðalfundinum 8.mars 2025