Hví hevur landstýrið stært seg blindan uppá eftirlønaraldurin.
Er tað einasti háttur, ið landsstýrið sær sum møguleika fyri at fáa ein haldføran landsbúskap.
Eg havi ikki sæð nakað annað uppskot á borðinum frá landsstýrinum, uttan at hækka eftirlønaraldurin.
Hevur landsstýrið rokna uppá møguleikan, at avtaka núverandi fólkapensión um t.d. 21 ár. Hvørja ávirkan vildi tað haft á haldføristrupulleikan hjá landskassanum.
Komandi ár kemur eftirlønargjaldið uppá á minsta lagi 12% hjá øllum í starvast í Føroyum.
Tá hava øll møguleikan, at brúka 20 ár at rinda 12% til sína egnu eftirløn, umframt at tey fáa útgjald frá Samhaldsfasta, tá tey koma til eftirlønaraldur. Tey flestu í Føroyum rinda langt omanfyri 12% longu nú til egna eftirløn og hava gjórt tað í fleiri ár.
Ein kundi hækka inngjaldið til Samhaldsfasta hesi komandi 4 árini soleiðis, at samlaða inngjaldið kemur uppá 8% ímóti teimum 6% í eru í dag.
Hesi 2%, í eyka inngjaldið til Samhaldsfasta, kann brúkast til tey, ið ikki koma at fáa núverandi fólkapensión um 20 ár. Tað vildi viðført, at ein kemur at fáa samanlagt tað sama, sum um fólkafpensiónin enn var útgoldin.
Hettar vildi verði ein nógv einklari háttur at umsitið, eftirlønarøki uppá. Við einari slíkari skipan, so var ongin mótrokning í fólkapensiónini, tí har er ongin fólkapensión longur at umsita.
Landi skal einans taka sær av at rinda eftirløn til tey, ið ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, tá tey eru í arbeiðsførum aldri og tí ikki megna at spara upp til egna eftirløn.
Hettar vildi eisini viðført, at tey ið ynskja og hava førleika til at arbeiða, eftir tey eru fylt 68 ár, gera tað uttan at verða mótroknaði í nakrari almennari eftirløn og tí vildi tað eisini eggja fleiri til at taka nøkur ár eyka á arbeiðsmarknaðinum.
Ein slík skipan skapar ongan tvang og heldur eggjar fólki til at taka eitt eyka tak eina tíð afturat á arbeiðsmarknaðinum, ið eisini viðførir meira skattainntøkur til landskassan. So ein slík skipan vildið verði ein vinn vinn støða fyri landskassan og fólki ið arbeiðir í Føroyum.
So mín inniliga áheitan á Føroya Lógting, hyggi eftir øðrum møguleikum, enn teir ið liggja á borðinum í dag, innan tit við lóg áseta at hækka eftirlønaraldurin upp til 70 ár og møguliga upp til 72 ár.
Tað er altíð betur at eggja enn at tvinga fólk, at taka eitt eyka tak.
Pætur Niclasen
Samverk