Aðalfundurin hjá Samverk verður leygardagin 8 mars 2025 kl. 17:00 á Hotel Hilton
Skrá á aðalfundinum
1. Velja fundarstjóra
2. Frásøgn formansins frá farna ári.
3. Roknskapur til góðkenningar.
4. Val av tveimum nevndarlimum. Palma Petersen stillar uppaftur. Heidi Gullaksen stillar ikki uppaftur.
5. Val av tveimum tiltakslimum.
6. Kunning frá Føroya Lívstrygging um framtíðar útlit
7. Innkomin uppskot. Um limir vilja hava uppskot til aðalfundin, eru tit vælkomnir at senda tey til samverk@samverk.fo innan 28. februar 2025
8. Ymiskt.
Eftir aðalfundin bjóðar Samverk 3-rættaða matskrá á Hotel Hilton. Gott undirhald verður undir borðhaldinum. Neyðugt er at melda seg til aðalfundin við telduposti til samverk@samverk.fo í seinasta lagi 28 februar 2025.