Alment skriv til Trivnaðarnevndina
Tíðartreytað pensión og eftirlønaraldur
Samverk og Føroya Handverkarafelag eru tvey fakfeløg, ið umboða ein stóran part av teimum føroysku løntakaranum, ið koma ungir á arbeiðsmarknaðin og sum taka sína yrkisútbúgving í Føroyum og eru virkinir á tí føroyaska arbeiðsmarknaðinum alt teirra virkna arbeiðslív.
Hesi baði fakfeløgini eru ikki biðin um at koma á fund við Trivnaðarnevndina um tíðartreyðtaða pensión, sjálvt um limir hjá hesum báðum fakfeløgum kanska eru tey starvsfólk, ið eru longst á arbeiðsmarknaðinum. Limirnir hjá hesum báðum fakfeløgun byrja at arbeiða á heilt ungum árum og halda áfram so leingi sum orkan og heilsan loyvir tí.
Tá hoyring var um at hækka eftirlønaraldurin, vóru umboð fyri Samverk og Føroya Handverkarafelag heldur ikki biðin um at koma á fund, at kunna um teirra sjónarmið um eftirlønaraldurin.
Hví vil Trivnaðarnevndin ikki hoyra sjónarmiðini hjá Samverk og Føroya Handverkarafelag, um eftirlønaraldurin og tíðartreytaða pensión.
Samverk og Føroya Handverkarafelag hava sáttmálar, ið umleið 7.000 stavsfólk verða lønt eftir. Sjónarmiðini hjá hesum starvsfólkum verða tí ikki hoyrd av Trivnaðarnevndini í hesum málinum. Tað meta vit verða skeift.
Tí vilja vit heita á Trivnaðarnevndina um eisini at geva hesum starvsfólkum møguleikan at verða hoyrd.
Vinarliga
Pætur Niclasen, Samverk
Suni Simonsen, Føroya Handverkarafelag