Møguleiki fyri bústaði á Hamrinum á Argjum ella við Sandin í Klaksvík
Nýggir bústaðarmøguleikar
Sum partur av okkara tænastum bjóða vit nú kundum okkara møguleikan at skriva seg upp á bíðilista til nýggju leiguíbúðirnar, sum LÍV Fastogn letur byggja á Hamrinum á Argjum og við Sandin í Klaksvík. Vit gera vart við, at eftirlønarkundar, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt, men at allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð.
Kunnandi tiltøk
LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:
Tilmelding krevst fyri at koma á kunningarfund. Hetta verður gjørt við at senda teldubræv til tilmelding@livfastogn.fo og viðmerkja antin ‘Klaksvík’ ella ‘Argir’.
Fleiri tíðindi verða at lesa á heimasíðuni www.livfastogn.fo í næstum.
Hava tit spurningar?
Setið tykkum í samband við okkum á livfastogn@livfastogn.fo ella vitjið heimasíðu okkara www.livfastogn.fo.