Nr. 48
Løgtingslóg um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 25. mars 2025
(Barsilslógin) 1)
Partur I
Barsilsfarloyvi
Kapittul I
Barsilsfarloyvi
Stk. 2. 3) 4) 5) 1) 6) Eftir barnsburð hevur móðirin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Faðirin ella sammóðirin hevur rætt til barsilsfarloyvi í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð sbr. tó § 9, stk. 7.
Stk. 3. 3) 5) 1) 7) Aftaná 14. viku eftir barnsburð hava foreldur, sum eru løntakarar, rætt til barsilsfarloyvi í upp til 42 vikur tilsamans. Foreldrini hava ikki rætt til barsilsfarloyvi samstundis eftir pkt. 1, og barsilsfarloyvið skal verða tikið innan fyri fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð, sbr. stk. 4 og § 9, stk. 6 og 7.
Stk. 4. 1) Hóast ásetingina í stk. 3 hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð.
Stk. 5. 1) Kvinna, ið er løntakari, hevur rætt til at vera úr arbeiði í sambandi við barnakonukanningar, tá kanningarnar eru í arbeiðstíðini.
Stk. 6.8) 1) 6) Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin ella sammóðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.
Stk. 7. 3) 5) 1) Foreldrini hava, hóast stk. 3, rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening eftir § 9, stk. 5.
Stk. 2. Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, meðan mamman er í barsilsfarloyvi, og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð.
Stk. 3. Um móðir, faðir ella sammóðir er einsamøll ella einsamallur við børnunum, kann viðkomandi eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar sbrt. stk. 1.
Ættleiðing og fyribils staðseting 9)
Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.
Stk. 3. 3) 4) 11) 5) 1) 12) 9) Rættin til barsilsfarloyvi eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 8 vikur innan fyri tær fyrstu 56 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið. Uttan mun til ásetingina í 1. pkt., hava foreldrini, í sambandi við, at tey fara eftir barninum, rætt til barsilsfarloyvi samstundis í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið. Rætturin til barsilsfarloyvi hetta tíðarskeið er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.
Stk. 2. Barsilsfarloyvið sbrt. stk. 1 skal haldast innan 56 vikur eftir ættleiðing.
Stk. 3. Um eitt foreldur, ið ættleiðir børn eftir stk. 1, er einsamøll ella einsamallur við børnunum, kann viðkomandi eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar sbrt. stk. 1.
Stk. 2. Gevur Familjufyrisitingin umsøkjara loyvi at ættleiða barn nevnt í stk. 1, fær viðkomandi rætt til barsilsfarloyvi sbrt. § 2.
Fráboðan
Stk. 2. 2) 8) 6) 9) Maður ella sammóðir, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3, skal í seinasta lagi 4 vikur frammanundan boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann ella hon roknar við at vera burtur frá arbeiði. Maður ella sammóðir, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 6, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann ella hon byrjar at arbeiða aftur.
Stk. 3. Tey, sum fáa barn við ættleiðing, skulu við fráboðan til arbeiðsgevaran halda somu freistir.
Stk. 4. 13) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um skyldur løntakaranna mótvegis arbeiðsgevaranum at geva fráboðanir í sambandi við barsilsfarloyvi eftir § 1.
Ov tíðliga fødd og innleggingar 9)
Stk. 2. Barsilsfarloyvið kann ikki leingjast vegna innleggingar í tíðarskeiðinum sbrt. § 3 a.
Stk. 3. Tá ið móðir verður innløgd á sjúkrahús, kann farloyvið bert leingjast, um hon er innløgd vegna fylgjur av barnsburði ella um barnið má innleggjast við mammuni.
Stk. 4. Barsilsfarloyvið sbrt. stk. 1 skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans.
Vernd og endurgjald
Frávik
Stk. 2. Verður løntakari uppsagdur ella á annan hátt fyri vanbýti í viðgongutíðini, undir barnsburði, eftir barnsburð ella ættleiðing, áliggur tað arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki var grundað á hesi viðurskifti.
Partur II
Barsilspeningur
Kapittul II
Vanligar treytir
Stk. 2. 13) Skyldur og rættindi sbrt. hesi løgtingslóg eru knýtt at móttiknum inntøkum, sum eftir skattalógini eru A-inntøkur, inntøkum av sjálvstøðugari vinnu sbr. § 20 og lestrarstudningi sbr. § 20 a.
Stk. 3. Rætturin til barsilspening er treytaður av føstum bústaði í Føroyum og fullari skattskyldu í Føroyum.
Stk. 4. 13) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um,
1) í hvønn mun persónar, sum hava inntøkur, ið ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum, hava rætt til barsilspening, og
2) at persónar, sum hava rætt til barsilspening í einum øðrum landi, ikki hava rætt til barsilspening í Føroyum.
Kapittul III
Treytir fyri útgjaldi
Stk. 2. 3) 4) 5) 1) 12) 7) 6) Foreldrini kunnu í staðin velja, at faðirin ella sammóðirin at barninum skal vera heima hjá barninum í upp til 34 vikur, sbr. tó stk. 6 og 7, eftir 14. viku eftir barnsburð og harvið fáa barsilspening í hesum tíðarskeiði. Treytin fyri, at faðir ella sammóðir at barni kann fá barsilspening í hesum tíðarskeiðinum, er at móðirin ikki samstundis er frá arbeiði við løn ella hevur søkt um barsilspening frá barsilsskipanini fyri hetta tíðarskeið.
Stk. 3. 3) 4) 5) 1) 12) 6) Faðirin ella sammóðirin at barninum hevur rætt til barsilspening í 4 vikur innan fyri tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð.
Stk. 4. 8) 3) 4) 5) 1) 12) 7) 6) Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3 hevur faðirin ella sammóðirin rætt til barsilspening í upp til 52 vikur innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarsliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir ella sammóðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.
Stk. 5. 3) 6) Um mamman ella pápin ella sammóðirin er einsamøll/ einsamallur við barninum, hevur mamman rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til pápan ella sammóðurina eftir stk. 3 og pápin ella sammóðirin rætt til tann partin av barsilspeninginum, sum serliga er avsettur til mammuna eftir stk. 1 og 2. Treytin fyri at fáa barsilspening eftir 1. pkt. er, at hitt av foreldrunum ikki samstundis er frá arbeiði við løn. Foreldrini kunnu avtala, at at pkt. 1 heilt ella partvís ikki skal verða galdandi, um pápin ella sammóðirin ávikavist mamman er um barnið hetta tíðarskeiðið.
Stk. 6. 4) 10) 5) 1) 12) 7) 9) Fáa foreldrini 2 børn ella fleiri undir sama barnsburði, verða 4 vikur lagdar afturat teimum 34 vikunum, sum foreldrini kunnu býta sínámillum, sbrt. stk. 2. Faðir ella sammóðir hevur rætt til barsilspening í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum sbrt. stk. 3. Umsorganarpersónur sbrt. § 1 a, stk. 3, hevur rætt til barsilspening í 48 vikur.
Stk. 7. 4) 10) 5) 1) 12) 7) 9) Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, hava foreldur eisini rætt til barsilspening í tíðarskeiðinum sbrt. § 3 a.
Stk. 8. 4) 5) Barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi skal í minsta lagi vera 1 vika samanhangandi.
Ættleiðing og fyribils staðseting 9)
Stk. 2. Tað er ein treyt, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið.
Stk. 3. 3) 4) 11) 5) 1) 12) 9) Rættin til barsilspening eftir stk. 1 kann bara annað av foreldrunum nýta í senn. Hóast ásetingina í 1. pkt. hava foreldrini rætt til barsilspening samstundis í 8 vikur innan fyri tær fyrstu 56 vikurnar eftir, at foreldrini hava fingið barnið. Uttan mun til ásetingina í 1. pkt., hava foreldrini, í sambandi við, at tey fara eftir barninum, rætt til barsilspening samstundis í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið. Rætturin til barsilspening hetta tíðarskeið er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.
Stk. 4. 9) Tá ið foreldur ættleiða 2 ella fleiri børn samstundis, verða 48 vikur lagdar afturat teimum 8 vikunum, ið foreldrini hava rætt til sbrt. stk. 3. Umsorganarpersónur sbrt. § 2 a, stk. 3 hevur rætt til barsilspening í 48 vikur.
Stk. 5. 4) 9) Barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi skal í minsta lagi vera 1 vika samanhangandi.
Stk. 2. 4) 9) Gevur Familjufyrisitingin teimum, sum eru nevnd í stk. 1, seinni loyvi at ættleiða, fáa hesi rætt til barsilspening sbrt. § 10.
Kapitul IV
Stødd á barsilspeningi
Útrokningargrundarlag
Stk. 2. 2) Hevur viðkomandi beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í styttri tíð enn ta, nevnd er í stk. 1, verður barsilspeningurin roknaður eftir miðal móttiknu gjaldskyldugu A-inntøkuni eftir § 18 hesa styttu tíðina, sbr. stk. 3.
Stk. 3. 13) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um tíðarskeiðið, sum skal verða nýtt sum útrokningargrundarlag eftir stk. 2, og í hvørjum førum eitt styttri tíðarskeið kann verða nýtt sum útrokningargrundarlag.
Stk. 4. 15) Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera hámarksupphæddin fyri mánaðarliga barsilspeninginum, sbrt. § 13, stk. 1.
Upphædd
Stk. 2. 15) Barsilspeningur um dagin verður roknaður eftir lutfallinum 1/30.
Stk. 3. 15) 13) 9) Hámarksupphæddin fyri barsilspening sbrt. stk. 1 verður javnað 1. januar á hvørjum ári eftir reglunum í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Kapittul V
Útgjald v.m.
Umsóknir
Stk. 2. 13) Landsstýrisfólkið ásetur reglur um útgjald, útgjaldsskeið, hvørjar upplýsingar skulu latast, hvør skal vátta hesar upplýsingar, freistir fyri innlatan av upplýsingum v.m.
Stk. 2. Áðrenn barsilspeningur verður útgoldin, verður upphæddin eftir § 13 býtt við 1,12. Upphæddin, sum verður útroknað eftir 1. pkt., verður rindað løntakaranum, meðan munurin millum upphæddina eftir § 13 og upphæddina, útroknað eftir pkt. 1, verður rindað sum frítíðarløn eftir frítíðarlógini.
Útgjald til arbeiðsgevara
Stk. 2. 14) 13) Í tann mun, barsilspeningur eftir stk. 1 røkkur, verður útgoldið fyri rindaðar A-inntøkur, umframt fyri lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, ið arbeiðsgevarin rindar í sambandi við farloyvistíðarskeiðið. Rindað verður tó ikki fyri frítíð við løn og frítíðarískoyti, sum løntakarin í barsilsfarloyvistíðini vinnur rætt til eftir frítíðarlógini. Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald, verður endurgjaldið til hvønn teirra skert eftir nærri reglum, sum landsstýrisfólkið ásetur.
Stk. 3. 13) Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um umsókn frá arbeiðsgevaranum, hvørjar upplýsingar, hann skal lata í sambandi við útgjaldið, hvør skal vátta hesar upplýsingar, og freistir fyri innlatan av umsóknum og upplýsingum v.m.
Stk. 2. 1) Kravið í stk. 1 er ikki galdandi, um tann, ið fer í barsilsfarloyvi, er lærlingur.
Stk. 3. 1) 13) Landsstýrisfólkið ásetur nærri umsitingarligar reglur, herundir um freistir fyri at lata inn umsóknir.
Afturrindan
Stk. 2. Er barsilspeningur útgoldin arbeiðsgevara fyri løn í farloyvistíðini til arbeiðstakara, skal arbeiðsgevarin uttan mun til stk. 1 rinda barsilspening aftur, um viðkomandi arbeiðstakari í sama tíðarskeiði tekur nýtt arbeiði upp hjá hesum arbeiðsgevaranum.
Stk. 3. Kravið um afturrindan av barsilspeningi eftir stk. 1 og 2 kann eisini fremjast við at mótrokna møgulig krøv frá arbeiðstakara ella arbeiðsgevara upp á barsilspening, og peningurin kann eisini krevjast inn við at afturhalda í løn og við panting.
Stk. 4. Persónur, sum tekur upp nýtt lønandi arbeiði í einum tíðarskeiði, viðkomandi nýtir rætt sín at fáa barsilspening, skal boða umsitingarmýndugleikanum sbr. § 25 frá hesum.
Stk. 2. TAKS fremur panting og eftirhald í A-inntøku fyri barsilspening eftir stk. 1 eftir reglunum um innkrevjing av skatti.
Kapittul VI
Fígging
Gjaldskyldug
Stk. 2. 13) Gjaldskyldug sbrt. stk. 1 eru
Stk. 3. Persónar, sum eftir stk. 2, nr. 1, eru gjaldskyldugir, men sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, kunnu eftir umsókn sleppa undan gjaldskyldu. Undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.
Gjaldsgrundarlag
1) fólkapensjón, fyritíðarpensjón og framskundað pensjón,
2) aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening sbrt. løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sbrt. § 25 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og lønarískoyti til tillagað starv sbrt. § 21 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk,
3) tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, uppihaldspeningur sbrt. hjúnabandslógini og barnapeningur sbrt. "lov om børns retsstilling", og
4) A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
Stk. 2. 1) (Strikað).
Gjald
Stk. 2. Gjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum teir gjaldskyldugu rinda ella fáa A-inntøku. Áðrenn A-inntøkan verður útgoldin, skal inngjaldið avroknast. Gjøld kunnu krevjast inn við panting.
Stk. 3. 13) Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um inngjald, heundir avgreiðslugjald.
Stk. 4. 17) 19) 5) 7) 13) Landsstýrisfólkið kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,86%.
Kapittul VI a 11)
Barsilsgrunnurin
Stk. 2. Inntøkur grunsins eru barsilsgjøldini sambært §§ 18, 19 og 20. Inntøkur grunsins verða játtaðar á løgtingsfíggjarlógini og verða fluttar Barsilsgrunninum.
Stk. 3. Útgald til barsilspening verður játtað á løgtingsfíggjarlógini. Barsilsgrunnurin endurrindar landskassanum útreiðslurnar.
Stk. 4. Útreiðslur til umsiting av Barsilsskipanini verða játtaðar á løgtingsfíggjarlógini. Barsilsgrunnurin endurrindar landskassanum umsitingarútreiðslurnar.
Stk. 5. Barsilsgrunnurin hevur sjálvstøðugan roknskap og fíggjarstøðu í landsroknskapinum.
Stk. 6. Roknskaparhaldið skal fylgja løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av landsgrannskoðaranum.
Stk. 7. 13) Landsstýrisfólkið umsitur grunnin, men kann leggja umsitingina til annan almennan stovn. Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta nærri reglur um umsiting og virksemi grunsins.
Stk. 8. 13) Landsstýrisfólkið ásetur reglur fyri íløgurøkt Barsilsgrunsins soleiðis, at henda er í samsvari við íløgupolitikk landsins.
Kapittul VII
Sjálvstøðug vinnurekandi, nýútbúgvin o.o. 13)
Stk. 2. 13) Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvør kann tekna trygging, hvørjar inntøkur kunnu tryggjast, um inngjald, arbeiðskrav, útrokningargrundarlag, nær rætturin til barsilspening tekur við, eftir at umsókn um trygging er móttikin, eftirstøður, hvørjar upplýsingar tann, sum teknar trygging, skal lata, skiftisreglur v.m.
Stk. 3. 13) Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir skipanina, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir skipanina.
Kapitul VIII
Fyrisitingarligar ásetingar
Upplýsingar
Stk. 2. 13) Upplýsingarnar, ið landsstýrisfólkið hevur tørv á frá øðrum myndugleikum fyri at kunna útinna uppgávurnar sambært hesi lóg, kunnu fáast til vega við beinleiðis atgongd til elektronisku upplýsingarnar í telduskipanunum hjá viðkomandi myndugleikum.
Stk. 3. 13) Fakfeløg og arbeiðsgevarar hava skyldu at geva landsstýrisfólkinum tær upplýsingar, biðið verður um í sambandi við eftirlitsarbeiði og avgreiðslu av útgjaldi.
Millumtjóða sáttmálar
Stk. 2. 13) Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um barsilspening v.m. fyri teir persónar, sum fevndir eru av sáttmálum sambært hesi grein, heruppií fyri hesar persónar áseta reglur, sum víkja frá ásetingunum í lógini.
Umsitingarmyndugleiki og kærur 7)
Stk. 2. 13) Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð nærri reglur um umsiting og eftirlit. .
Stk. 3. 7) Útreiðslur, ið standast av umsitingini av skipanini, verða rindaðar av landskassanum.
Stk. 2. 20) (Strikað).
Stk. 3. 20) (Strikað).
Stk. 4. 20) (Strikað).
Stk. 5. 20) (Strikað).
Kapitul IX
Revsi- og gildiskomuásetingar
Revsing
Stk. 2. Fyri brot, sum løgfrøðiligir persónar, heruppií feløg, felagsskapir, grunnar, kommunur, land og statur gera, kann revisábyrgd verða áløgd tí løgfrøðiliga persóninum sum slíkur.
Stk. 3. Í reglum, ásettum eftir hesi lóg, kann revsing verða ásett fyri brot á reglurnar.
Gildiskoma
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 37 frá 23. apríl 1999 um foreldrafráveru, orsakað av barnsburði, føðing og ættleiðing.
Skiftisreglur
1) Broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 20. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda lóg fær virknað, ella seinni, og fyri tey foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9 ella § 10. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 ella § 10 er endað, men har seinasta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki er útgoldið. Stk. 3. § 1, nr. 14 er galdandi fyri foreldur, ið hava rætt til útgjald eftir § 9 ella § 10. Stk. 4. § 1, nr. 16 er galdandi fyri øll útgjøld úr Barsilsskipanini, eftir 1. mars 2018.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.” og § 3 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: ”Lógin hevur virknað fyri persónar, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002. Stk. 2. Hóast stk. 1 verða ásetingarnar í § 1, nr. 5 nýttar sum grundarlag fyri at útrokna barsilspening til persónar, ið hava rætt til barsilspening áðrenn 1. januar 2003, fyri ta tíð, ið eftir er av rættinum til barsilspening eftir 31. desember 2002.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 21 frá 8. mai 2008, har § 2 er soljóðandi: “Hendan løgtingslógin kemur í gildi 1. juni 2008.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 15. mai 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 14 b, sum ásett í § 1, nr. 12, í gildi tann 1. januar 2015. Stk. 3. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 16. desember 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda lóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir § 9. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir § 9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 21. desember 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022, og er galdandi fyri sammøður, hvørs børn eru fødd tann dagin ella seinni.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 171 frá 12. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021, og er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 20. november 2007, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 25. mars 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2025 sbr. tó stk. 2-5. Stk. 2. Rætturin til eftir umsókn at lata einum umsorganarpersóni barsilsfarloyvi sbrt. § 1, nr. 1 og 4, og barsilspening sbrt. § 1, nr. 7 og 11, er galdandi fyri tey foreldur, ið fáa ella ættleiða børn eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 3. Rætturin til at leingja barsilsfarloyvi við barsilspeningi við teimum vikum, sum eru í millum barnsburðardagin og terminsdagin sbrt. § 1, nr. 6 og 8, er bara galdandi fyri foreldur at børnum, sum eru fødd eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Stk. 4. Rætturin til at leingja barsilsfarloyvi við barsilspeningi við teimum vikum, móðir ella barn verða innløgd á sjúkrahús sbrt. § 1, nr. 6, er bara galdandi fyri innleggingar eftir, at løgtingslógin er komin í gildi og til ávikavist 52 vikur eftir barnsburð og 56 vikur eftir ættleiðing. Stk. 5. Hóast ásetingina í § 1, nr. 13, verður hámarksupphæddin fyri barsilspening sbrt. § 13, stk. 1, í barsilslógini javnað við 3,6% sambært kunngerð nr. 105 frá 1. november 2024 um javningarprosent til almannaveitingar 2025 fyri barsilsfarloyvir hildin við barsilspeningi eftir, at løgtingslógin er komin í gildi.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 132 frá 19. desember 2014.
11) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 6. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2015.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 7. mai 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2019. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri tey foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir §§ 9 ella 10. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir §§ 9 ella 10 er endað, men har seinasta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki er útgoldið.”
13) Broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 16. mai 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2024. Stk. 2. § 1, nr. 2, er galdandi fyri barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi frá og við 1. juli 2024.”
14) Broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2004. Stk. 2. Henda løgtingslóg verður ikki nýtt í førum, tá løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004, um løntakarin hevði havt rætt til barisilspening, tá hann fór í barsilsfarloyvi.”
15) Broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 15. mai 2014.
16) Broytt við løgtingslóg nr. 20 frá 5. mars 2012.
17) Broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.”
18) Broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005.
19) Broytt við løgtingslóg nr. 123 frá 22. desember 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011 og fer úr gildi aftur í seinasta lagi 31. desember 2011.”
20) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 9. mars 2023, har § 8 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. §§ 1 og 2 í hesi løgtingslóg koma í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 3 og 4 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. juli 2023. Stk. 3. §§ 5-7 í hesi løgtingslóg koma í gildi 1. januar 2024.”
Bólkur: Løgtingslóg
Gildisstøða: Galdandi
Felagsmál/Sermál: Sermál
Myndugleiki: Umhvørvismálaráðið
Útgávudagur: 10-04-2001
Kunngerðarblað 2001 A - Hefti 10 A frá 10. apríl 2001
Set á tín lógarlista
Fyrivarni Samskifti
logir.fo © Øll rættindi tilskilað